Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bjarni Djurholm á Facebook: Ruth Vang er burturav valdsmilkasti persónur í Føroyum. Hugsi ikki, at nakar politikari nakrantíð er komin í so góða politiska støðu, sum hon er í nú.

Roynd sum hon er, dugir hon at gagnnýta støðuna.

Ruth kann velja og vraka akkurát sum henni lystir, eingin sleppur uttan um hana og Framsókn.

Ja, hon kann enntá gerast løgmaður í ein fullveldissamgongu, ynskir hon tað.

Onkur hevur tosað um alternativan samgongumøguleika millum Javnaðin, Sambandið og Tjóðveldi, men tað er politiskt ógjørligt – ætlar ikki onkur at fara til grundar.

So Ruth er drotningin og hevur nærum einsamøll valdið í Løgtinginum.

Hetta vald vísti Ruth eisini mánadagin. Hon gjørdi av, hvønn Aksel Johannesen skuldi bjóða til borðið.

At hon uttan at blunka ynskti Sambandið í sama andarhaldi, sum hon peikaði á formannin í Javnaðinum at vera samráðingarleiðara, vísti bara, at Ruth uttan hóvastak kundi brúka eina fintu, sum kundi geva henni og Framsókn alibi fyri, at tey vildu so nógvan borgarligan politikk sum gjørligt, heldur enn sosialistiskan.

Soleiðis kundi Ruth, aftaná at samráðingarnar upp á kvamsvís við Sambandið vóru dotnar niðurfyri siga, at tey nú máttu taka næsta alternativið - Tjóðveldi.

Hetta kemur sjálvsagt ikki óvart á.

Samanrenningin millum Framsókn, Javnaðin og Tjóðveldi frá 2015 til 2019 og so í andstøðu síðani, hevur eyðsýnliga klampað hesar flokkarnar so fast saman, at tað burdi ikki komið ávart á nakran, at Sambandið bert slapp á gátt hjá Aksel Johannesen, bara fyri at kenna angan av játtaða samgongumøguleikanum, sum kortini bara var ein hvørvisjón.

Gamal politiskur kærleiki rustar ikki, tað er sjón fyri søgn, nú Aksel Johannesen longu í dag boðar frá, at samgongan frá 2015 til 2019 kanska er komin í hús áðrenn vikuskiftið.

Nú verður spennandi at vita, hvussu leikur ferð.

Við øllum trumfunum í hondini, kann Ruth Vang fáa tað henni lystur – ja, enntá gerast løgmaður, tráar hon eftir tí.

Og hvør ger ikki tað, er møguleikin í sjónarringinum?

Tað verður spennandi at fylgja gongdini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo