Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Fólk møtast, og kærleikin kemur av sær sjálvum. Talan er um eitt løgið fyribrigdi, tí kærleikin er har, áðrenn vit varnast. Vit verða nærmast tikin av bóli, og kenslurnar taka ræðið og stýra. Aloftast kemur tað skilvísa vitið haltandi aftaná.

Kærleikin er bæði andaligur og holdsligur. Hesi bæði sløgini av kærleika møtast og kunnu trívast væl saman. Har samanrenningin er fullborin, førir kærleikin inn í eitt hjúnalag, har maður og kvinna játta hvør øðrum trúfesti allar sínar ævidagar.

Vit nýta mangan fremmandaorðini “agape” og “eros” um kærleikan. Bæði orðini hava gagnliga ávirkan á hjúnalagið. Bæði orðini kunnu verða til staðar samstundis. Á ein hátt er talan um eina samveru ella eitt samstarv millum hugtøkini. Samstarvið gagnar hjúnalagnum.

Orðið “agape” kemur úr grikskum máli. Orðið verður nýtt um ta kristnu fatanina av kærleikanum í NT. Kærleikin er ein himmalsk gáva og kraft.

Orðið sipar til Guðs ógrundaða og ósjálvsøkna kærleika í Jesusi Kristi. Guð ger ein sáttmála ella stovnar ein felagsskap millum sjálvan seg og menniskjað.

Agape er Guðs kærleiki, ið ikki er grundaður á menniskjansligar dygdir. Guðs kærleiki hevur støðið í og er settur í verk av Guði sjálvum. Guðs kærleiki fevnir bæði syndarar og rættvís. Agape sigur frá, at í tíðini eftir syndafallið er kærleikin tað fyrsta møtið millum Guð og menniskjað.

Út frá NT kunnu vit siga, at Guðs kærleiki krevur ikki viðurlag ella útinnandi sømdir frá menniskjum. Í einum kristnum hjúnalagi er Guðs ósjálvsøkni kærleiki fyrimyndin. Guðs kærleiki er kærleiki hóast øll og alt. Tú fyrstur við kærleika ert komin til mín.

Orðið “eros” kemur somuleiðis úr grikskum og sipar í grikskari fornaldarfrøði til kærleikans gud, ið er sonur gudarnar Afrodite og Ares.

Innihaldið í orðinum “eros” er ikki í ætt við innihaldið í orðinum “agape”. Við atliti at kærleikanum merkir eros: Holdslig ella kynslig tráan. Vit vilja við erotiskum kærleika uppnáa nakað, ið vit tráa eftir.

Við hesum lætt greinandi viðføri, venda vit aftur til hjúnalagið, har tann andaligi kærleikin gongur hond í hond við holdsligan kærleika. Í eini javnvág millum andan og holdið hevur kærleikin góðar sømdir.

Virðingin fyri makanum eigur at hava javnvág millum fyribrigdini “agape” og “eros”. Bæði fyribrigdini trívast best við samtykki partanna millum.

Tá ið maður og kvinna ganga í hjúnalag, er kærleikin háborin. Dreymurin og vónin seta dagsskránna, og tað er vælsignað at so er. Fáur fer inn í eitt hjúnalag við tí í hyggju at binda ella loysa knútar. Kærleikans dreymur ber okkum á vónarinnar veingjum, og lýggir vindar nema tilveruna við sól og morgunroða.

Men brádliga í lýsingini ein morgunin ella við sólsetur brestur vónin, og ein kaldari veruleiki bankar á dyrnar. Tað góða, ið var, er ikki longur. Tað, ið eingin væntaði, kom so brádliga. Úrslitið kom av sær sjálvum: Hjúnaskilnaður!

Mær er umráðandi at minna á, at Guðs kærleiki ikki er treytaður. Guðs kærleiki nemur øll menniskju. At kærleikin millum menniskju kólnar førir als ikki til, at Guðs kærleiki til tað einstaka menniskjað kólnar.

Henda andaktin verður skrivað, tí foreldur, sum eru farin hvør til sítt, hava spurt, um prestarnir ikki kunnu hava børn teirra við í kirkjubønini, tí tey bera sorg um familjuna, sum var og ikki longur er. Meti, at spurningurin hevur almennan áhuga.

Var fegin um áheitanina og samstundis illa við. Minnist meg ikki hava biðið fyri børnum, sum bera sorg vegna tess, at foreldrini vórðu sundurlisin. Tað var ótrúligt, at hava verið so fráverandi í áratíggjur. Tíbetur hevur onkur prestur í kirkjubønini biðið fyri børnunum hjá teimum, har kærleikin fjaraði burtur.

Tað er umráðandi, at kirkjan ikki ger avbjóðingina við hjúnaskilnaði til ein so stóran trupulleika, at foreldur, sum ikki liva saman, og børn teirra kenna seg gloymd ella sett á aftastu brík.

Vit mega hava dirvi til at seta orð á veruleikan og fáa tað besta burturúr støðuni. Vituligt er, at hjúnaskilnaður kann elva til avbjóðingar bæði hjá vaksnum og børnum. Kirkjan eigur at vera hjástødd í nærleika og kærleika og vera viðkomandi, so árinini av hjúnaskilnaði verða avmarkað mest møguligt.

Bønin er eitt tekin um, at tann biðjandi er tilvitaður um tilveruna og støðuna, sum ein partur av fólkinum er staddur í. Bønin er tekin um góð ynskir fyri teimum, ið vit biðja fyri. Ein opin og ærliga framborin bøn er heit, menniskjanslig og gagnlig.

Hinvegin mega vit ansa eftir, at orðini eru umhugsað og tónalagið hóskiligt, so bønin ikki ljóðar sum ein fjaldur dómur.

Biðja vit í Jesu navni, og lurta vit í Jesu navni, so koma vit langt, og nógv er vunnið.

Latum okkum biðja fyri børnunum, eisini teimum børnum, har familjulívið er broytt og umstøðurnar øðrvísi. Amen.

Orðið: “Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; ... hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.” (Fyrra Korintbrævið 13,4 & 13,7).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo