40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! Festivalurin: 2 mió fólk í heiminum lurta eftir Saint Levant um mánaðin, hóast tað ikki eru meira enn tveir mánaðir síðan, at debut EP'in kom út. Tað er við øðrum orðum eitt glóðheitt poppnavn, ið vit vit í dag avdúka á G!. 

Saint Levant, føddur Marwan Abdelhamid er tónleikari av blandaðum palestinskum, fronskum, algeriskum og serbiskum uppruna. 

Hann varð føddur í Jerusalem og er uppvaksin í Gaza. Saint Levant blandar enskt, franskt og arabiskt og skapar við hesum eina einskilaða útgávu av popp-tónleiki. 

Hetta orðaspælið á trimum málum virkar ómakaleyst og dragandi, og hevur staðfest hann sum eitt útbrot á altjóða tónleikapallinum, ið fær hjørtuni á lurtarum við tá hann spælir. 

Saint Levant tekur íblástur frá farnum stórvitum úr arabiska heiminum og frá tónleikarum úr samtíðini, og hetta ger eitt frameftir-teinkjandi R&B- og hip-hop kent ljóð ið fer út um mørkini á nakrari siðbundnari sjangru. Hann setti nýliga 2048-felagsskapin á stovn, hvørs arbeiði snýr seg um at fíggja livikostnaðin hjá ungum palestinskum listafólki. 

Umframt hetta gevur hann sín tónleik út gjøgnum sítt egna felag, ið eisini ber 2048-navnið. Sangurin ‘Very Few Friends’ er blivin eitt stórt hitt, og hann er ein av 7 sangum á ‘From Gaza With Love’ ið Saint Levant gav út sum sína debut-EP hin 6. mars 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo