Vestmanna kirkja: Mikukvøldið 11. oktobur kl. 19.00 verður sálmakvøld í Vestmanna kirkju.
Prestur innleiðir sálmarnar og Anette L. M. Nielsen spælir undir.
Raymund Nielsen er við á guitar og Súsanna Gunna Thomsen verður við á violin.
Hetta er seinasta tænastan hjá Steintóru í vikariatinum, so hetta kvøldið fáa vit høvi at siga henni farvæl. Kirkjuráðið bjóðar kaffi og køku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo