Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Í nógv ár hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi arbeitt fyri at tryggja játtanir til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi, og á donsku fíggjarlógini 2020 vórðu seinast játtaðar 25,5 mió. til endamálið.

Í hesum sambandi hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi havt javnt samskifti og samstarv við Havstovuna og Granskingarráðið, sum umsitur játtanina. Miðað verður eftir, at hetta samstarvið áhaldandi mennist. Nýggi fólkatingslimurin og Havstovan møttust tí til ein fund týsdagin um havgransking og ætlanirnar hjá Sambandsflokkinum at seta á stovn ein altjóða havgranskingarstovn.

Havstreymarnir í Norðuratlantshavi hava ávirkan á veðurlagið og umhvørvið í øllum Norðurevropa, og tískil skal hendan granskingin hava høga raðfesting í ríkisfelagsskapinum.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi takkar Havstovuni fyri ein sera góðan fund og gleðir seg til samstarvið framyvir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo