Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Frágreiðingin um trygdina og verjuna hjá ríkisfelagsskapinum, “Dansk sikkerhed og forsvar frem mod 2035”, sum júst er løgd fram, er lesnaður, ið minnir okkum á eina orsøk – av nógvum góðum orsøkum – til at styrkja ríkisfelagsskapin.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum vil menna ríkisfelagsskapin, tí sjálvandi skulu vit ikki liggja einsamøll upp í Norðuratlantshavi.

Sjálvandi eru vit partur av ríkisfelagsskapinum, sum veitir okkum trygd og verju umframt góðar møguleikar at menna okkum – bæði innanlendis og uttanlendis – í tøttum samstarvi við Danmark og restina av Vesturheiminum.

Stórar rembingar eru í heiminum, har vit kenna hóttanir frá stórveldum, ið ikki byggja síni samfeløg á somu virðir sum vit í Vesturheiminum.

Russiska innrásin í Ukraina og gasslekarnir í Eystursjónum eru dømi um óhugnaligar hendingar, sum fara fram beint uttan fyri hurðina hjá okkum.

Nýggja trygdarfrágreiðingin staðfestir, at vit standa á einum trygdar- og verjupolitiskum vegamóti, sum vit eiga at taka í størsta álvara.

Vit skylda bæði okkum sjálvum og komandi ættarliðum at fara varliga fram í einum heimi, sum tíverri sær út til at broytast í slíkan mun, at ótryggleikin er vorðin okkara dagligi gestur.

Fyrsta ættarliðið í hesi øldini er á veg út í lívið. Tey eru ung og vónrík – og Sambandsflokkurin sær tað sum sína fremstu ábyrgd at skapa tryggar samfelagskarmar og tryggja komandi ættarliðum eitt trygt og væl útbygt samfelag.

Tað gera vit best við at styrkja ríkisfelagsskapin.

Vit vilja útvikla ríkisfelagskapin, meðan aðrir flokkar tykjast vilja avvikla ríkisfelagsskapin.

Skuldi onkur av hesum flokkum broytt hugsan, so skulu teir verða so hjartans vælkomnir at taka eitt tak saman við okkum fyri at styrkja ríkisfelagsskapin.

Bárður á Steig Nielsen
Formaður í Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo