Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Yvirskriftin setir orð á kenda vitan innan gudfrøði, átrúnað og heimspeki. Samfelagið er ikki ein kirkja við tí endamáli at prædika gleðiboðskapin um Jesus.

Føroyar eru ikki eitt kristið land. Eitt land er í sjálvum sær ikki trúgvandi. Tað er fólkið í landinum, sum trýr og er trúgvandi.

Danin Søren Kierkegaard (1813-1855) staðfesti hesa útsøgnina við hvøssum álopum á statskirkjuna. Somu tónar vórðu bornir í teimum føroysku bløðunum fyrst í 20. øld av trúboðaranum Victori Danielsen (1894-1961).

Ein stórur partur av fólkinum í Føroyum játtar trúnna á Harran Jesus. Úr hesum veruleika kemur heitið “eitt kristið land”. Trúgvin hjá meirilutanum er avgerandi.

Í einum fólkaræði hava tey kristnu rætt til at ávirka samfelagið á øllum økjum innan teir karmar, ið tað lóggevandi valdið setir. Eyðvitað kunnu kristin fólk taka lut í politikki, eins og øll hava rætt at úttala seg um átrúnaðin.

Vit kristnu mega bera okkum høviskliga at og vera siðilig í orði og talu. Undirritaði tekur frástøðu frá allari óhøviskari og hatskari talu.

Annað mál er, at ikki allir føroyingar ynskja at kalla seg kristin. Nøkur frásiga sær allan átrúnað. Tað eigur kristnin at virða.

Allir borgarar landsins hava javnbjóðis rættindi at virka, svá tann lóggevandi myndugleikin heimilar. Samfelagsskipanin byggir á fólkaræði, og meirilutin ræður. Hóast skipanin valla er fullkomin, er hon tann frægasta. Vilja vit fólkaræðið, eru hesi korini galdandi.

Bondini millum landið og fólkið eru tøtt. Jørðildið, umhvørvið og mentanin mynda fólkið, og fólkið myndar landið.

Tann politiski myndugleikin gevur kirkjum og samkomum frið og náðir at virka. Fólkakirkjan verður stuðlað av landinum. Kristnar samkomur fáa stuðul til frískúlar. Lógin um afturberingin av meirvirðisgjaldi munar væl innan kirkjulív og mentan.

Tað er ein aðalmunur á, at landið stuðlar átrúnaðarliga og tí veruleika, at landið sum viðurlag krevur lýdni mótvegis eini smalari hugsan innan tað politiska økið.

Tann politiski myndugleikin eigur at virða átrúnaðin og ikki leggja seg út í innan kirkjulig viðurskifti. Á sama hátt sømir tað seg kirkjunum at virða tey fólkavaldu og teirra gerningi.

Samsvarandi mínari fatan er virðingin tann berandi súlan í demokratinum.

Virðingin spyr ikki, um tú ert samdur við mær? Sonn virðing er virðing hóast ósemjur og mótstríðandi sjónarmið.

Fyribrigdini virðing, tolsemi og tollyndi hava ikki altíð havt góðar dagar. Álvarslig mistøk eru gjørd í londum, har tann kristna trúgvin var fólksins trúgv.

Vit kenna mong neilig dømi í okkara egna heimlandi í farnari eins væl og nýggjari tíð. Eisini í Norðurlondunum tey seinastu 300 árini eru ræðandi dømi skjalfest.

Søguliga vita vit, at kristin fólk, ið ikki játtaðu trúfesti móti tí ráðandi kirkjuni, vórðu forfylgd og sett í fongsul fyri sína persónligu fatan og útinnan av trúnni.

Norðmaður Hans Nielsen Hauge (1771-1824) fekk svian at kenna, tá ið hann sum leikmaður loyvdi sær at prædika evangeliið um frelsuna í Jesusi Kristi. Hann varð likamliga og sálarliga revsaður. Hann varð settur í fongsul fleiri ferðir. Eitt tíðarskeið sat hann í geglinum í níggju ár.

Hans Nielsen Hauge umboðaði ein persónligan kristindóm í eini rørslu millum leikfólk. Tað varð ikki væl dámt av statinum og prestastættini. Prestaskapurin og staturin kunnu verða ein vandamikil blanding, um vit ikki eru varin.

Staturin hevur ikki førleikan beinleiðis at stjørna eini kirkju, ið byggir á Guðs orð.

Kirkjan hevur ikki førleikan at stjørna einum landi, ið byggir á verðsligar lógir.

Bæði landið og kristindómurin kunnu koma langt í góðari samvinnu og við góðum samstarvi. Treytin er treytaleys: Vit mega virða hvør annan og kenna líkheitirnar og munin millum stat og kirkju.

Vit mega vita, hvat vit hava við at gera og ikki blanda okkum uppí málsøki hvør hjá øðrum. Talan er um nærleika og frástøðu.

Eftir 15 ár sum biskupur verður staðfest, at í øllum politiskum flokkum á Løgtingi eru fólk, ið vilja kirkjuni og teimum kristnu samkomunum væl.

Fólkakirkjan og Løgtingið hava ikki verið samd um øll mál í mínari tíð. Tað er heldur ikki neyðugt fyri at fáa eitt nøktandi úrslit.

Tann dagin, ið kirkjan, fólkið og Løgtingið ikki virða hvør annan, gevur demokratiska skipanin onga meining. Tá nærkast vit einum fjaldum einaræði ella óskipaðum viðurskiftum.

Biskupur ynskir, at tann kristna trúgvin verður enn sterkari og sjónligari í heimi, skúla og kirkju, t.d. – morgunsangurin í fólkaskúlanum. Eru børn okkara í eini kreppu við atliti at átrúnaði, hugsjón og samleika.

Kann tað hugsast, at morgunsangurin og bønin faðir vár kunnu hjálpa børnunum á lívsleiðini? Kann tann kristni samleikin í Jesu navni bøta um ta sálarligu og andaligu heilsuna hjá børnum, foreldrum og eldri?

Jesu navn gagnar altíð. Tað er mín sannføring. Amen

Orðið: “Minn teir á at vera stýrisvøldum og yvirráðum undirgivnir, at vera lýdnir, at vera til reiðar til allan góðan gerning, ikki at háða nakran...” (Titus 3,1-2).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo