Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Í morgin, týsdagin 5. desember, kemur uppskotið hjá samgonguni um ikki at javna lestrarstuðulin í 2024 til triðju og seinastu viðgerð.

Uppskotið fer at bera við sær, at tøka upphæddin hjá lesandi minkar komandi ár.

Hetta tekur umboðið hjá Sambandsflokkinum í mentanarnevndini, Magnus Rasmussen, ikki undir við, og hevur hann soljóðandi viðmerking:

- Heldur enn at broyta lógina, soleiðis at tey lesandi nú fara at fáa minni, so átti samgongan heldur at givið teimum lesandi eitt fíggjarligt lyft, nú tey onga hækking fáa frá 1.august 2024.

Prístalið er økt við 15 % seinastu tvey árini, og hava ung bert fingið 7% meira at liva fyri í 2023. Um stuðulin ikki verður javnaður komandi ár, so fara tey ungu í enn størri mun at merkja sviðjan av hækkaðu prísgjøldunum.

Sambandsflokkurin ynskir ikki at tyngja um fíggjarligu byrðuna hjá okkara ungu, men heldur lætta um teirra tilveru, soleiðis at tey kunnu hava bestu korini at trívast og mennast.

Tí fer Sambandsflokkurin at leggja fram broytingaruppskot, so gildiskoman fyri javning av lestrarstuðlinum verður broytt frá 1. januar 2025 til 1. januar 2024.

Soleiðis tryggja vit, at lesandi fáa tann fíggjarliga styrk, sum tey hava rætt til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo