Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Samgongan góðtekur villleiðing  av løgtinginum.

- Tað stendur greitt eftir at samgonguumboðini í landsstýrismálanevndini ikki vilja gera meir við, at Aksel V. Johannesen, løgmaður og Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hava givið løgtinginum villleiðandi upplýsingar, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum og limur í Landsstýrismálanevndini, Bárður á Steig Nielsen.

- Hetta er ein niðurlaðing av rættartrygdini, at landsstýrið óátalað kann geva løgtinginum skeivar upplýsingar, leggur hann afturat.

Sambært Útvarpinum so ger Landsstýrismálanevndin ikki meira við málið um útsagnirnar hjá Høgna Hoydal, landsstýrsmanni í uttanríkis- og vinnumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmann, í samband við russlandssáttmálan.

Tað er greitt eftir fundin, sum Landsstýrismálanevndin hevði fyrrapartin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo