Spyr ikki, hvat land títt kann gera fyri teg. Spyr heldur, hvat tú kanst gera fyri land títt
- John F. Kennedy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

(lag: Gentukæti/Trialderi, trialdera)

Eg leggi kabalu hvønn einasta dag. ...
Eg flyti runt sessir, so onnur verða glað.
At tryggja, at hvør fær nóg mikið í sín part,
tað hevur størri týdning, enn um tað er so smart.

Hygg, har kom ein kongur, har stendur eitt "F";
Fornermaður Formaður. Heppið samantreff,
tí har er ein drotning úr Gøtu, ið skal
í Mentamálaráðið, nú stundar til val.

Hon loysa skal av hina glasiligu frú;
hin ríkasta móðir, so man skuldi trúð,
hon hevði nokk av pengum til sítt dýra projekt,
men ógoldnar miljónir, tað var tinginum ov frekt.

Men hvat er nú hetta? Ein norðoyafrúgv.
Har stendur eitt "E", og hon er altíð trúgv
ímóti sínum kongi har suðri í Havn.
Sjálv situr hon sum oftast bara hendur í favn.

Nú vildi hon so fegin hava landsstýrisstarv
í fjálgum málaráði. Skjótt tankin tó hvarv,
tí kongur vildi hava tveir sessir í sín part.
At skava til sín sjálvan, tað er honum so kært.

Har norðri situr dalsdrongur, sigur altíð "ja!"
Han vil, at vit í floksleiðslu altíð eru glað.
Eitt kort, ið eg kann spæla júst so, sum eg vil,
bara hann fær ein tunnil til sín fína bil.

Hann fekk onga kvotu; sum verðin er vond.
Tær fóru sum valagn til Sólheim og Trond
sum takk fyri stuðul til formansins lóg.
Tó kvæðakempan kvøðir enn so friðsæl og fró.

Men verri er við gamla essinum í Vág.
Hann larmaði so illa, at hann mátti fara frá.
Nú larmar hann víðari í Kringvarpi so hart,
men veljarin elskar hann, tá hann ger bart.

Ein gamlan borgarstjóra eg setti í hans stað.
Hann hevur nógvar ætlanir; øll fegnast um tað.
Tunlar skulu borast, vegir setast í stand.
Hann er ein jólamaður, og helst dugir hann gand.

Nú trakk eg ein jokara. Nú slær tað klikk!
Sambandið trumfaði eitt formansstikk,
so drotning framsøkin mátti melda pass.
Nú tími eg ikki at hoyra meira jokaratvass!

Eg spældi móti honum ein løgregludrong,
men illans tíð, um jokarin vildi leggja kong.
Tí fekk tvøri maðurin í posa og í sekk.
Hvussu volar man ein so óskikkiligan gekk?

Vit gjørdu sum við Gerhard, vit tveittu hann út.
Ei nyttar millum hjørtu at bólta rút.
Tann reini kleyvarskapur, at hann slapp fram í rong.
Nei halt teg til bridge, og tveit tín spaðar drong!

Ein onnur jokarinna nú bankar upp á,
í ælabogalitum og við strongum eygnabrá.
Hon vildi ikki spæla saman við mær.
Nú skiftir hon kulør, so hon atkvøður fær.

Hin seinasti jokarin veit ei hvat hann skal.
Hann jagstrar vindmyllur og spælir fríspæl.
Ilt er at vita hvagar leið hansara ber.
Við hetta lag endar hann sum svartiper.

Eg leggi kabalu bæði dag og nátt.
Tá eg sjálvur skal siga tað, gongur tað jú gott.
Nú bíði eg spentur til næsta løgtingsval,
tá veljarin sleppur at blanda nýtt spæl.

Sámal Matras Kristiansen, februar 2019

Kann eisini síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo