At tey standa í andgletti ger, at trøini festa djúpar og sterkar røtur
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At tey standa í andgletti ger, at trøini festa djúpar og sterkar røtur
- Dolly Parton
Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-069/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um sparingar í heilsuverkinum, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi: 
1. Hvussu stór er sparingin í samlaða heilsuverkinum, og hvussu er sparingin býtt á ymisku økini?

2. Hvussu nógv størv verða spard burtur ella niðurløgd?

3. Hvussu fer hetta at ávirka sjúklingar, bíðilistar og brúk av konsulentum?

Svar: 
Til spurning 1
 
Samlaða sparingin í heilsuverkinum er 14,7 mió. kr. í 2027.

Her er eitt yvirlit yvir sparingarnar:

##med2##

Til spurning 2 
Á Landssjúkrahúsinum minkar starvsfólkahópurin eftir ætlan við 5-6 kliniskum starvsfólkum.  

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður eftir ætlan eitt starv spart burtur og tað sama er galdandi fyri Suðuroyar Sjúkrahús. Talan eru um størv, sum bæði eru sjúklinganær og partvíst verður eisini spart innan tekniska økið.

Í primera heilsugeiranum, sum Heilsutrygd varðar av, verða størv ikki niðurløgd orsakað av ætlaðum sparingum.

Heilsutrygd hevði tó biðið um játtan til at seta tvey nýggj kommunulæknastørv í 2027, sum tað sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 ikki verður pláss fyri. Tó skal sigast, at játtan er til tvey nýggj kommunulæknastørv í 2026, har Heilsutrygd væntar at tað eina starvið, ikki verður sett fyrr enn í 2027.

Heilsustýrið arbeiðir í løtuni við at finna fram til, hvussu áløgdu sparingarnar fyri 2027 skulu fremjast. Sparingarnar fara at viðføra starvsfólkaavleiðingar, men endalig avgerð er ikki tikin um, hvussu tær verða framdar.

Í Heilsu- og orkumálaráðnum er eitt fulltrúastarv niðurlagt.

Til spurning 3 
Í løtuni eru ætlaðu sparingarnar í Sjúkrahúsverkinum til viðgerðar og støðutakan. Tí er enn ov tíðliga at lýsa ítøkiliga, hvussu sparingarnar koma at ávirka sjúklingaviðgerð, bíðilistar og brúk av konsulentum í Sjúkrahúsverkinum. Í síni heild skal væntast, at sparingarnar í størri ella minni mun koma at hava ávirkan á hesi viðurskifti.

Í kommunulæknaskipani verður sum nevnt ikki framdar sparingar, men játtan verður heldur ikki til at seta nýggj kommunulæknastørv í 2027. Hóast hetta, er játtan til tvey nýggj kommunulæknastørv í 2026, har Heilsutrygd væntar at tað eina starvið, ikki verður sett fyrr enn í 2027.

Ætlanin er at strika stuðulsjáttanina í 2027 til sjúklingafeløg, sum seinastu árini hava fyriskipa klimaviðgerð í Kroatia. Í hesum sambandi eru umleið 20 persónar ávístir til klimaviðgerð í Kroatia um árið. Verður játtanin strikað, verður tað upp til serlæknar á økjunum at taka avgerð í hvørjum einstaka føri um viðgerð. Tað kann gerast við støði í fakligum leiðreglum og teimum viðgerðarmøguleikum, ið eru tøkir í Føroyum. Tað kann hava við sær, at serlæknar bert í serstøkum førum ávísa sjúklingar til klimaviðgerð í Kroatia.

Ætlanin er at strika stuðulsjáttanina í 2027 til verkætlanina “Ein góð byrjan”, ið er eitt ókeypis bólkatilboð og stuðulsverkætlan ætlað kvinnum í viðgongutíð og eftir barnsburð, sum uppliva ótta, tunglyndi ella almennan mistrivnað. Um játtanin verður strikað fellur tilboðið væntandi burtur. Hetta merkir, at kvinnurnar í staðin mugu venda sær til kommunulækna, sum kann ávísa til sálarfrøðing ella í serligum førum til psykiatriina. Í hesum sambandi hevur Heilsu- og orkumálaráðið heitt á Heilsutrygd um at koma við uppskoti um, hvussu eitt tilboð til málbólkin kann skipast innanfyri verandi skipanir.

Harumframt er ongin játtan raðfest á fíggjarlógaruppskotinum til serlæknapulju næsta ár.

Hetta merkir, at tað ikki er møguligt at seta serlæknar innan serøkir, har ongin normering er tøk. Sum dømi kann nevnast, at í komandi ári verður væntað, at tríggir serlæknar verða tøkir til at seta í starv innan ávís serøkir á Medisinska depli. Talan er í hesum føri um serøkir á deplinum, sum frammanundan hava fulla normering, og tí verður ikki møguligt at seta hesar serlæknar í 2027, um ongin serlæknapulja er tøk.  

Heilsu- og orkumálaráðið, 20. oktober 2026 
Eyðdis Hartmann Niclasen 
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #