Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Tøkan av alilaksi var uml. 89 tús. tons í kruvdari vekt í 2022. Hetta er umleið 6% minni enn í 2021, tá tøkan var umleið 95 tús. tons.

Samlaða tøkan av alilaksi í Føroyum var í fjør 89 tús. tons í kruvdari vekt. Hetta svarar til uml. 108 tús. tons í rundari vekt.

Talan er sostatt um eina nakað minni tøku í mun til 2021, tá tøkan var uml. 95 tús. tons í kruvdari vekt.

Alivinnan ger áhaldandi íløgur í smoltstøðir á landi og ger onnur átøk fyri at stytta um tíðina, sum alilaksurin er í sjónum. Ein styttri tíð á sjónum hevur við sær, at árliga tøkan kann økjast.

Havbúnaðarfelagið skrásetur vikuligu tøkutølini frá føroysku laksaalifeløgunum og almannakunnger tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Tøkutølini kunnu finnast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo