Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Eftir nakrar vikur við óvanliga góðum vetrarveðri skulu vit nú venja okkum við, at alt aftur verður sum tað plagar hesa ársins tíð. Í vikuni sum kemur verður nógv regn ella ælaveður flestu dagarnar og eisini fitt av vindi, mest av eysturætt.

Regnið og vindurin heldur fram í allan dag, tað slítur ikki í av álvara fyrr enn út ímóti morgni. Mesti vindurin verður um midnáttarleitið, tá kemur hann upp í 28 m/s í hvirlunum. Ættin í morgin verður eysturhallur sunnan, og hitin upp í 8 stig.

Týsdagin verður turt fyrrapart men tað fer at regna seinnapartin. Upp í strúk í vindi ímillum eystan og landsynning, hitin um 7 stig.

Mikudagin fyrst skrið av suðri og regn, seinni slítur í og vindurin minkar, ættin verður ímillum eystan og sunnan. Onkur sólglotti verður eisini at hóma.

Hósdagin verður ættin mest vestan, men ikki so nógvur vindur, gul til stívt andøvsgul, regn eina løtu fyrrapart men sólglottar seinnapart og nakað kaldari, ímillum 4 og 6 stig.

Fríggjadagin aftur eysturætt, hann veksur sum frálíður vindin upp í hvassan vind, ímóti kvøldi okkurt æli og hitin ímillum 4 og 7 stig.

Næsta leygardag fyrst útsynningur, síðani landsynningur, nógv regn seinnapartin, sami hiti, ímillum 4 og 7 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo