Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jógvan Páll Lassen, advokatur, á Facebook: Hoyrdi í KVF á middegi viðmerking frá advokati um at landsstýrisfólkið altíð hevði ovast umsitingarligu ábyrgd fyri hvat fyriferst í einum ráði, og var hetta nærmast at skilja soleiðis, at um okkurt var gingið skeivt fyri seg so skuldi landsstýrisfólkið ábyrgdast, og undirforstaðið, at so mátti viðkomandi fara frá  sum landstýrisfólk.

Uppá beinleiðis spurningin frá tíðindamanninuim um Margit Stóra tí eisini átti at fara frá, bleiv svarið frá advokatinum hvørki ja ella nei, men at tað allarhelst var politiskt.

Eg haldi at samrøðan gevur eina skeiva mynd av hvat ábyrgd hjá landstýrisfólki er.

Landsstýrisfókið hevur sum ovasti fyrisitingarmyndugleiki ovast ábyrgd, og skal sum sína fremstu uppgávu syrgja fyri at alt fer rætt fram í einum ráð, og skal taka neyðug stig til at feilir ikki koma fyri.

Men hetta merkir ikki at landsstýrisfólkið skal svía fyri øllum feilum sum gjørdir vera.

Um nú ein leiðari ella starvsfólk til dømis tekur av kassanum, so merkir hetta ikki at landsstýrisfólkið kemur í ábyrgd av hesum, og skal síðustillast við tey sum tóku, uttan so at landsstýrisfólkið beinleiðis ella óbeinleiðis var partur av hesum.

Hetta merkir við vanligum orðum at eitt landsstýrisfólk hevur hægstu ábyrgd, men ábyrgdast ikki fyri gerðir hjá øðrum, uttan so – sum tað sterndur í revsilógini § 23 at viðkomandi landsstýrisfólk: ved tilskyndelse, råd eller dåd har medvirket til gerningen:

Hevur landsstýrisfólkið ikki verið partur av feilinum, so kann viðkomandi ikki standa til svars fyri, ella fáa ábyrgd av feilinum.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo