Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-018/2022 eftir Tingskipanini §52 a frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu, um rættin til eftirnavn, settur landsstýrismanni, Jenis av Rana (eftir § 52a í Tingskipanini)

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví metir landsstýrismaðurin, at børn hjá samkyndum foreldrum ikki kunnu skrásetast við eftirnavninum hjá sammóður?

2. Eru serligar orsakir til, at landsstýrismaðurin ikki vil fylgja tulkingini hjá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, sum hevur tulkingarmyndugleika?

3. Fer landsstýrismaðurin at geva fólkakirkjuni boð um, at børn hjá samkyndum foreldrum kunnu skrásetast við eftirnavninum hjá sammóður?

Svar
Til 1: Fyrisitingin hjá mær hevur – sum eisini eftir mínum tykki fylgir av vanligum viti og skili – mett, at rættarstøðan er óbroytt, so longi sum navnalógin, ið hevur sera nágreiniligar reglu um hesi viðurskifti, er óbroytt. Hetta hevur navnamyndugleikin undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Umhvørvisstovan, eisini staðfest so seint sum í juni í ár.

Til 2: Fyrst av øllum er at siga, at enn eru ikki tríggjar vikur umlidnar, síðani § 52a fyrispurningurin frá Hervør Pálsdóttir til landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum varð svaraður. Væl áðrenn landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum svaraði umrødda fyrispurningi, hevur fyrisitingin í Uttanríkis- og mentamálaráðnum í einum ítøkiligum máli – við fyrivarni fyri, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið er tulkingarmyndugleikin á økinum, – mett, at børn ikki kunnu fáa eftirnavn hjá sammóðir, uttan so at navnalógin verður broytt.

Navnamyndugleikin á økinum, Umhvørvisstovan, hevur í boðum til borgara so seint sum hin 10. juni í ár boðað frá, at “Navnalógin er ikki broytt isv. broyting av barsilslógina og lóg um børns retsstilling, og Umhvørvisstovan metir tí, at barn ikki sbrt. verandi navnalóggávu kann fáa eftirnavnið hjá eini sammóður”.

Nú umrødda svar frá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum til § 52a fyrispurningin frá Hervør Pálsdóttir, tingkvinnu, kom til beint mótsettu niðurstøðu - uttan stórvegis løgfrøðiligar millumrokningar - hevur umsitingin hjá mær mett, at tað var neyðugt at taka upp samskifti við Umhvørvis- og vinnumálaráðið fyri m.a. at fáa greiði á ymisku tulkingunum hjá sama ráði.

Til 3: Sum landsstýrismaður haldi eg tað ikki vera rætt at leggja meg persónliga út í formliga samskiftið, sum er millum stjórnarráð mítt og myndugleikar á málsøkjum, sum eg varði av, uttan so at heilt serlig viðurskifti skuldu gjørt seg galdandi.

Uttan so at heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi, vænti eg tí, at fyrisitingin í ráðnum sjálv fer at taka møgulig neyðug stig í framhaldi av tí samskifti, sum nú er tikið upp við Umhvørvis- og vinnumálaráðið viðvíkjandi tulkingini í svarinum, sum stendur í beinleiðis andsøgn við tulkingina hjá navnamyndugleikanum á økinum, sum er Umhvørvisstovan.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo