Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Føroyar eru eitt fjarskotið oyggjasamfelag við einari serstakari matmentan og náttúrugivnum matvørukeldum, ið eru øðrvísi samansettar enn í grannalondunum. Í Føroyum er tí neyðugt at viðgera yvirskipaðu tilmælini um kostráðini og síðani á eintýddan hátt at kunna almenningin um tilmælini.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hava skrivað undir avtalu um samstarv millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Heilsustýrið um føroysku kostráðini.

Nýggju norðurlendsku tilmælini um kost og føðslu vórðu løgd fram í fjør. Tilmælini eru grundað á felagsnorðurlendskt arbeiði og skulu síðani lagast til serligu viðurskiftini í hvørjum Norðurlandi sær.

Fyri at røkka norðurlendsku tilmælunum eru landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og landsstýriskvinnan í heilsumálum samd um, at avvarðandi myndugleikar á økinum skulu samstarva um kost, føðslu og fólkaheilsu.

Tveir myndugleikar eru á økinum. Øðrumegin er Heilsustýrið, sum sambært løgtingslóg um Heilsustýrið varðar av fólkaheilsuarbeiði, upplýsing, og tiltøkum innan fólkaheilsu sum heild, og sum skal umsita og styrkja heilsufremjandi partin av arbeiðinum við fólkaheilsu. Hinumegin er Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum sambært matvørulógini hevur ábyrgdina av, at brúkararnir fáa upplýsing um viðurskifti, sum lógin fevnir um, eitt nú um føðslu.

Málið við samstarvinum er at tryggja, at almenn tilmæli um kost og føðslu eru fakliga grundað og væl viðgjørd, og at kunningin til brúkaran er eintýdd og greið.

Avtalan kann lesast her – Avtala um samstarv millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Heilsustýrið um føroysku kostráðini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo