At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Føroyskur politikkur er ov nógv stýrdur og skerdur av mótpólum og ósemjum millum flokkar og persónar. Hetta ynski eg at gera mítt til at broyta og bloyta, tí uttan samstarv og álit á hvønn annan, bæði millum flokkar og innanfloks millum persónar, náa vit ikki teimum bestu úrslitunum fyri fólk okkara

Eg eri 54 ár, giftur Lindu og saman eiga við fimm børn, svigarbørn og tvey barnabørn.

Síðan 2011 havi eg verið eigari og stjóri á fyritøkuni Klaksvíkar Sleipistøð, í dagligari talu nevnd KSS. Har eri eg so heppin at samstarva við ein hóp av sera dugnaligum og ágrýtnum fólkum við nógvum ymiskum útbúgvingum, førleikum og persónligum eginleikum.

Uttan hetta samstarv millum nógv ymisk fólk og førleikar hevði KSS ikki klárað seg í kappingini og heldur ikki kunna veitt eina góða tænastu til kundarnar.

Hesar vinnuligu og persónligu royndir taki eg við mær inn á Løgting, har eg havi virkað sum løgtingsmaður síðan seinasta løgtingsval. Eisini á løgtingi er samstarv og sínámillum álit rætta leiðin at ganga, um bestu úrslitini skulu røkkast fyri okkara land og fólk.

Seinastu árini hava vit sæð úrslitið av tí øvugta, har ósemjur og frástøða, bæði millum flokkar og innanhýsis í flokkum millum persónar, hava merkt politiska landslagið og gjørt stóran skaða.

Mær nýtist ikki at taka fram ítøkilig dømi um hetta, men mong eru málini, sum liggja óloyst, tí viljin til loysnir og semjur má víkja fyri mótpolum og óbendiligum prinsippum.

Avleiðingin av hesum er ein óstabil politisk leiðsla, sum skiftir kós og innihald, hvørja ferð ein nýggjur politiskur litur sleppur framat valdinum í Tinganesi - og taparin av hesum óstabiliteti er Føroya fólk.

Hetta ynski eg at gera mítt til at broyta og bloyta, tí uttan samstarv og álit á hvønn annan, bæði millum flokkar og innanfloks millum persónar, náa vit ikki teimum bestu úrslitunum fyri fólk okkara.

Fái eg títt álit tann 8. desember, vil eg gera mítt besta til, at føroyskur politikkur fer at fokusera meir á loysnir enn einans á prinsippir.

Frimodt Rasmussen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo