Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Spyrjari:  Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari:  Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni:  Samstarvsráð millum Danmark, Føroyar og Grønland

Spurningar:  
- Hvørja heimild hevur Føroya landsstýri til at stovna eitt uttanríkis-, trygdar og verjupolitiskt samskiftisráð saman við donsku stjórnini og grønlendska landsstýrinum Naalakkersuisut?

- Er samskiftisráðið í samsvari við løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009?

- Hvat lógargrundarlag og hvørjar heimildir hevur nýstovnaða samskiftisráðið?

- Verða viðurskifti, ið eftir røttum eiga at verða viðgjørd í Løgtinginum, viðgjørd í samskiftisráðnum?

- Hvørji yvirtikin málsøki hoyra undir uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk?

- Eru ætlanir um at viðgerða málsøki, ið liggja uttan fyri samskiftisráðið, eitt nú samskiftis-, handils,- orku-, KT- og fiskivinnupolitikk?

- Hvat er grundarlagið fyri valinum av ráðharrum og landsstýrismonnum í ráðið?

Viðmerkingar:
Føroya landsstýri, Danmarkar stjórn og Grønlensdska landsstýrið hava kunngjørt, at mann hevur stovnað eitt sonevnt «samskiftisráð». Stjórnarleiðararnir í Danmark, Føroyum og Grønlandi, Mette Frederiksen, Bárður á Steig Nielsen og Muté B. Egede, hava undirskrivað ein sáttmála, ið ásetur karmarnar fyri samstarvið.

Tað er ikki greitt, hvat lógargrundarlag er fyri, og hvør heimild er til at stovna eitt slíkt ráð millum tey trý londini, uttan um Løgtingið og Løgtingsins Uttanlandsnevnd.

Stýrisskipanarlógin ásetur, at landsstýrið skal ráðføra seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum.

Ei heldur framgongur tað greitt í sáttmálanum um samskiftisráðið, hvørji ítøklig mál kunnu koma til umrøðu, og hvørji málsøki sáttmálin avmarkar seg til. Tí verða spurningarnir settir.

Á Løgtingi, 06.10.2021
Bjarni Kárason Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo