Undirritaði var í Vestmanna á almennum fundi fyrr í vikuni um ein komandi Vestmannatunnil.
Á hesum fundi varð nevnt, at nýggjasta samferðsluætlanin hjá Landsverki nevnir tunnil um Sandavágsháls fremri en Vestmannatunnilin, og tí royndi orðstýrarin, John Johannesen, at fáa politikararnar, sum hjástaddir vóru, at úttala seg um, hvørjar tunlar teir vildu raðfesta fyrst, Vestmannatunnilin ella tunnilin um Sandavágsháls.
Satt at siga visti eg einki um tað nýggjastu samferðsluætlanina, har nýggja farleiðin um Sandavágsháls var løgd út á netið.
Heimkomin fór eg á lv.fo-samferðsluætlan undir 2026, og sá har, svart upp á hvítt, at Landsverk mælir til at byrja arbeiði um Sandavágsháls í 2026 og Vestmannatunnilin í 2030.
Samferðsluætlanin er ein vegleiðing til politiska myndugleikan og onnur um, hvat størri verkætlanir stovnurin heldur skul ugerast, og í hvørjari raðfylgja.
Fyri okkara viðkomandi lýsir stovnurin farleiðina Fútaklettur – Vatnsoyrar soleiðis:
Fútaklettur – Vatnsoyrar
Futaklettur - Sandavágur
Sandavágur – Miðvágur
Landsverk mælir til sum loysn ein tunnil frá Fútakletti til Sandavágs, og ein umkoyringarveg um Sandavág til Miðvágs.
Samlaði kostnaðurin fyri hesa verkætlan er 315 – 385 mió. kr, og um semja fæst politiskt, ber til at byrja longu í 2026, og byggitíðin verður mett at verða 4 ár.
Kommunurnar í Vágum hava havt farleiðirnar frá Fútakletti til flogvøllin fyri á fundum tey seinastu árini, uttan at nakað felagsstev er funnið.
Tí hevur deyðatøgn valdað bæði millum lands- og kommunupolitikarar.
Skulu vit í Vágum gera okkum vónir um, at verða við, tá politisku raðfestingarnar av samferðsluætlanini verða gjørdar um heilt stutta tíð, so er neyðugt, at vit her vesturi koma á banan og ikki sita sum tunguleysir skarvar.
Mítt uppskot er tí, at borgarstjórarnir kalla bý- og bygdaráðslimir til fundar saman við politikarunum í oynni um hetta málið, sum skjótat.
Sune Jacobsen
Sørvágur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo