Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Talvsambandið: Sandavágs Talvfelag styrkti í dag um leiðsluna í landskappingini í 1. deild. Við skerdum liði vunnu vágamenn 3-1 í toppdysti móti klaksvíkingum.

Rógvi Egilstoft Nielsen var ikki við hjá sandavágsmonnum í dag vegna fótbólt, men Høgni Egilstoft Nielsen vann á 1. borði á Ólavi Simonsen. Á øðrum borði telvaðu Torkil Nielsen og Eyðun Nolsøe remis. Hetta man vera fyrsti dysturin hjá Eyðuni í meira enn eitt ár. Á triðja borði vann Bernhard Augustinussen á Terja Petersen. Bernhard hevur fulla úrtøku sum avloysari fyri Silas Eyðsteinsson, sum eisini var upptikin av fótbólti. Á fjórða borði var remis millum Inga Wiberg og Boga Eliasen.

Klaksvíkingar hava at síggja til tvey jøvnsterk lið í 1. deild. B-liðið, sum flutti upp farna kappingarár, vann í dag 3-1 á B-liðnum hjá Havnar Telvingarfelag. Finnbjørn Wang mátti lúta á 1. borði fyri Luitjeni Akselsyni Apol, men á hinum borðunum vunnu Rani Baldursson, Haldur Suni Johansen og Ingolf Gaard á Margar Berg, Heiðrik Jacobsen og Óla Joensen.

Meistaralið í fríum falli
FM-liðið hjá Havnar Telvingarfelag var heldur ikki ment at vinna í dag. Dysturin móti Kollafjarðar Talvfelag endaði javnur 2-2. 

Havnarmenn vunnu á ovaru borðunum. Carl Eli N. Samuelsen vann á 1. borði á Hans Kristiani Simonsen, og Sjúrður Thorsteinsson á 2. borði á Kára Petersen. Á aftaru borðunum taptu Herluf Hansen og Andrias Ziska fyri Kaj Olsen og Rógva Mørkøre. Tað er bit í yngru monnunum á kollafjarðarliðnum, tí havnarmenn høvdu á aftaru borðunum eini 300 ratingstig fleiri hvør enn mótstøðumenninir. 

Eingin av teimum fýra, sum vunnu avgerandi FM-dystin móti Sandavági fyrr í vár, vóru við á havnarliðnum í dag - Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Luitjen Apol. 

3. umfar:
Klaksvík-Sandavágur 1-3
Havnin-Kollafjørður 2-2
Havnin B-Klaksvík B 1-3

Støðan í 1. deild
1 Sandavágur 9½
2 Klaksvík A 6
3 Klaksvík B 6
4 Havnin A 5½
5 Kollafjørður 5
6 Havnin 4

Vestmenningar á odda
Í 2. deild er Vestmanna Talvfelag klárt á odda. Alt bendir longu á, at teir hava beina kós móti uppflyting, tó at kappingin er ikki komin hálvan veg enn. Vestmenningar vunnu í dag 3-1 á sandavágsmonnum. Vestmannaliðið mannaðu Samson Højgaard, Jákup á Rógvu Andreasen, John Jacobsen og Hanus Ingi Hansen.

3. umfar
Vestmanna-Sandavágur 3-1
Kollafjørður-Havnin 3-1
Runavík-Klaksvík 2-2

Støðan í 2. deild
Vestmanna 9½
Kollafjørður 6½
Havnin 6
Klaksvík 5½
Runavík 4½
Sandavágur 4

3. deild
Tey tólv liðini í 3. deild eru flokkað í tveir bólkar. Í toppinum er støðan hendan:

Bólkur 1
Gøta 10
Sandavágur 8
Rókur 7½

Bólkur 2
Vestmanna 8½
Rókur 8
Toftir 5

Ein unglingadeild er sett á stovn í ár, men har er kappingin ikki byrjað enn.

Meira kann lesast um liðkappingina á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Telvað verður aftur 8. november. Dystirnir í fjórða umfari í 1. deild eru hesir: Sandavágur-Klaksvík B, Klaksvík-Havnin og  Kollafjørður-Havnin B. Í alt eru tíggju umfør. Kappingin endar 13. mars 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo