Eldur í einum skúri á Gomlurætt tíðliga í morgun gjørdi, at neyðugt var at stongja Sandoyartunnilin í nakrar tímar, tí roykurin var so nógvur og lotið lá ímóti munnanum.
Eldurin oyðilegði skúrin fullkomuliga, og eisini var neyðugt at flyta onkrar bátar.
Onki er frætt um nakran fólkaskaða.
Tað er óvist, hví eldur kom í.
Sandoyartunnilin er nú opin aftur fyri ferðslu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



