Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Stella Polaris: Fyrsti dagur í tónleikakappingini Stella Polaris er nú av og ikki færri enn 23 luttakarar í aldursbólkinum til og við 13 ár hava í dag framført í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Tað var ikki ein løtt uppgáva at finna røttu vinnararnar og tí varð handanin útsett eitt lítið korter.

Støði var sera høgt og dómsnevndarformaðurin Andras Olsen segði í røðu síni, at luttakararnir øll á hvør sín hátt rørdu dómararnar við sínum sannførandi spæli.

Dómararnir - Heiðrun Petersen, Eyðun á Lakjuni, Kristina á Váli, Elspa Samuelsen og Andras Olsen - høvdu ta tørføru uppgáva at kjósa tey bestu.

Triðja virðisløn vann Kristianna Emilia Højgaard sum leikar á Tvørfloytu. Síðani varð onnur virðisløn handað Johan Waagstein á klaveri og at enda varð vinnarin funnin, sum varð Tóki Linduson Hentze á klaveri.

Umframt vanligu vinningarnar varð í ár latið eitt serligt herðaklapp fyri serliga djarva og góða framførslu – viðkomandi hevur bert spælt í heilt fáar mánaðar og vísti við síni framførslu eina óvanliga stóra útvikling uppá stutta tíð. Herðaklappið fekk Tea á Lakjuni Gunnarsdóttir, ið leikar á tvørfloytu.

Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómu frá musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar fyri kappingini.

Í morgin fríggjadag verður aftur lagt til brots kl. 09.30 tá 24 luttakarar í aldursbólkinum 14 - 18 ár fara at kappast.

Kappingin er almenn og ókeypis. Eisini verður kappingin stroymd á heimasíðu Tórshavnar musikkskúla www.tm.fo"

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo