Niðurlendski Anko Van der Werff, sum í dag er stjóri í kolumbiska flogfelagnum Avianca, er settur sum nýggjur samtaksstjóri í SAS.
Werff sigur tað er ein heiður at verða settur sum nýggjur samtaksstjóri í felagnum sum er leiðandi flogfelagið í Skandinavia.
45 ára gamli Van der Werff tekur við nýggja starvinum seinast 15. juli, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo