Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í mars fer SAS at flúgva millum Keypmannahavn og Sørvág.

“Vit halda at tað er ein marknaður, og fleiri av okkara kundum hava eisini saknað eina rutu til Føroya. SAS er eitt skandinaviskt felag, sum satsar á tí skandinaviska marknaðinum og innlendismarknaðinum. Henda rutan fer at binda Føroyar og Danmark meira saman. Og tað ynskir SAS fegið at hjálpa við,” sigur rakstrarstjórin í SAS, Lars Sandahl Sørensen, við CHECK-IN.dk.

“Vit hava eitt stórt rutunetverk úr Keypmannahavn, har ferðafólkini kunnu koma víðari út í Europa og heimin annars, og tað fer at gagna okkara kundum úr Føroyum,” undurstrikar Lars Sandahl Sørensen við danska miðilin.

SAS fer at flúgva ein túr dagliga allar dagar í vikuni við Airbus A319 og Airbus A320-flogførum, sum hava ávikavist 141 og 168 setur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo