

SAS hevði eitt undirskot fyri skatt á um 2,7 milliardir svenskar krónur frá mai til juli.
Inntøkurnar minkaðu úr 13,4 milliardum svenskum krónum niður á 2,5 milliardir svenskar krónur sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Undirskotið á 2,7 milliardir krónur (EBIT) er tað størsta undirskotið sum felagið hevur havt summarmánaðirnar nakrantíð. Henda tíð er vanliga hásesong hjá flogfelagnum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo