Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Í farnu viku, tá handverkarasáttmálin varð gjørdur, varð sáttmálin við Føroya Flogteknikarafelag eisini undirskrivaður. Semjan er á sama støði sum við handverkarafeløgini.

Nýggj samráðingarrunda byrjaði í mai mánað, tá Arbeiðarafeløgini gjørdu sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tá varð karmurin eisini lagdur. Eins og sáttmálin við handverkarasáttmálanum, er sáttmálin við flogmekanikararnar innanfyri karmin.

Tað eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag, sum gera sáttmála fyri flogmekanikararnar við Føroya Flogteknikarafelag og Føroya Handverkarafelag. Nýggi sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2022 og tvey ár fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo