Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsstýrið hevur nú gjørt av, at tilmælið um, at í mesta lagi 500 fólk savnast, verður tikið aftur frá 10. august at rokna.

Góða gongdin, bæði við koppseting og við minkandi smittutølum, hevur við sær, at møguligt verður at skipa fyri størri tiltøkum aftur. Mælt verður kortini til, at fyriskiparar bera so í bandi, at luttakarar lata seg kanna áðrenn tiltøkini byrja.

“Tey flestu í samfelagnum hava nú fingið møguleikan at lata seg koppseta, og tí er ráðiligt at seta meira ferð á,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

“At tilmælini linka merkir tó, at ábyrgdin hjá tí einstaka verður størri, bæði fyri sær sjálvum og øðrum,” leggur hann afturat.

Meðan ferðin økist, verður roynt at fáa so nógv koppsett, sum gjørligt, komandi tíðina. Sjúkrahúsverkið fer undir eitt átak, sum skal gera tað lættari hjá teimum, sum hava torført við at koma á koppsetingarstaðið, at verða koppsett. Til dømis hjá teimum, sum búgva á útoyggj.

Landsstýrið fylgir smittustøðuni, og um hon broytist, verða tilmælini tillagað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo