Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Maltesiski tíðinda- og undirhaldsmiðilin Malta Daily skrivar, at komandi Jurassic World filmurin verður gjørdur á Malta við 39 ára gomlu amerikansku filmstjørnuni Scarlett Johansson í høvuðsleiklutinum. Hon hevur millumnavnið Ingrid, tí pápin er danskur arkitektur.

Malta Daily skrivar soleiðis um fyrstu filmsætlanirnar:

“The production has secured almost all facilities at the Malta Film Studios in Kalkara for filming between July and September. The new film's details are scarce, but it's expected to premiere in July 2025, with Johansson in a leading role.”

Amerikanski rithøvundurin, Michael Crichton, sum doyði 66 ára gamal í 2008, skrivaði framtíðarsøguna Jurrasic Park í 1990.Víðagitni leikstjórin, Steven Spielberg, varnaðist og keypti rættindini til at gera film úr søguni longu innan hon kom út.

Filmarnir, ið síðan eru komnir sum franchise undir heitinum Jurassic World, eru millum teir, ið hava kasta mest pening av sær í filmsgerð í nýggjari tíð.

Eins og James Bond filmarnir leita tey eftir eksotiskum støðum, sum ikki eru sædd fyrr á filmi.

Spielberg hevur fyrr leitað í Føroyum at brúka locations til The Big Friendly Giant, men valdi bíligari støð beint sunnan fyri okkum at gera upptøkurnar.

Týski leikstjórin, Wim Wenders, var her í 2016 og gjørdi væleydnaðar upptøkur til Submergence. Filmurin, sum hevur verið vístur her heima, fekk kortini ikki góða móttøku.

Tá Paul Watson var her við nýggjum skipið, kunngjørdi hann ætlanir um sjálvur at gera ein film um føroyskar grindamenn og føroyska drápsmentan, sum kendir Hollywoodleikarar vórðu við í, teirra millum húskið hjá Martin Sheen. Filmurin skuldi spælast inn á Malta. Einki spurdist kortini burturur grindafilmsætlanini hjá Watson.

Nýggi Jurassic Park franchise filmurin verður frumsýndur 2. juli 2025. Leikstjóri er 48 ára gamli enski Gareth Edwards, sum í 2016 leikstjórnaði Rogue One: A Star Wars Story.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo