Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Statsleiðararnir í USA og Týsklandi hittust á drúgvum toppfundi í Washington í gjár, har teir eftir fundin millum annað lovaðu, at Russland fer at verða revsað, tá kríggið í Ukraina einaferð er liðugt.

Olaf Scholz og Joe Biden tosaðu saman í meira enn ein tíma í ovalu skrivstovuni hjá amerikanska forsetanum, og umrøddu eisini hvussu humaniter, politisk og búskaparlig hjálp framhaldandi kann veitast til Ukraina.

Amerikanskir embætismenn upplýsa, at teir báðir statsleiðararnir eisini tosaðu um, hvat skal gerast, um nú Kina fer at hjálpa Russlandi.

Kina hevur higartil sagt, at ongar ætlanir eru um at veita Russlandi stuðul, men USA er farið at umrøða við síni sameindu, hvørji ráðini eru, um Kina kortini fer at hjálpa Russlandi. ES hevur sagt, at hendir tað, so verða tiltøk sett í verk ímóti Kina alt fyri eitt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo