Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um støðuna viðvíkjandi seiði í alinótum og kóp á firðunum, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

Fyrispurningur
1. Eru hagtøl fyri, hvussu nógvur seiður svimur í alinótunum kring landið?
2. Er eftirlit við, hvussu nógv verður tikið av seiði, tá alifeløgini taka laksin?
3. Eru nøkur átøk ávegis fyri at fyribyrgja, at seiðurin sleppur inn í laksanótirnar?
4. Hevur tøkan av seiði í samband við laksaaling nakra ávirkan á upsastovnin?
5. Eru ætlanir um at geva loyvi til skipaða og burðadygga veiðu av kópi ein part av árinum?

Svar
Spurningur nr. 1 og 2 verða svaraðir undir einum

Hóast ta sannroyd, at seiður sæst svimja í aliringum, eru ongi samlað hagtøl fyri, hvussu nógvur seiður svimur inni í alinótunum á føroysku firðunum. Eg havi spurt meg fyri hjá viðkomandi ráðum og stovnum, og niðurstøðan er, at ongar vísindaligar kanningar eru gjørdar hesum viðvíkjandi.

Alifeløgini skráseta í ein ávísan mun sjálv, hvussu nógv kilo av seiði verða tikin, tá laksur verður tikin. Eitt nú hevur Hiddenfjord síðan 2017 skrásett kilo av seiði í alinótum í sambandi við tøku.

Viðmerkjast skal, at alifeløgini ikki vilja hava seið í alinótunum. Seiður í nótum etur alifóður og kann elva til stríð í sambandi við tøku, og er eisini at rokna sum ein meirútreiðsla fyri feløgini.

Av tí at ongar vísindaligar kanningar eru gjørdar, og tískil heldur ikki hvør miðalvektin á seiði, ið verður tikin, er, ber ikki til at gera nakra niðurstøðu um, hvussu nógvan fisk, ið talan er um.

Harvið ber heldur ikki til at siga nakað um, hvønn týdning hetta hevur fyri upsastovnin.

Landið førir ikki eftirlit í sambandi við, at laksur verður tikin. Alifeløgini føra í ávísan mun eftirlit í sambandi við tøku, hóast hetta ikki er álagt teimum sambært lóg.

Eg ætli mær at taka málið upp við viðkomandi partar til tess at fáa hetta lýst til fulnar og at útvega vísindaligt grundarlag og tøl um hesi viðurskifti.

Spurningur nr. 3
Spurningurin um seið í alinótum hevur áður verið umrøddur, og tá var metingin, hóast hetta ikki varð við støði í vísindaligum kanningum, at talan bert var um ein lítlan prosentpart av ungfiskinum.

Um ábendingar eru um, at talan er um eina avbjóðing, er týdningarmikið, at hesi viðurskiftini verða kannað nærri fyri at kunna staðfesta, hvør støðan er. Tískil hevði verið skilabest at farið undir eina tilgongd at fáa vísindaligt tilfar til vegar, soleiðis at greiða kann fáast á hesum.

Í tann mun talan er um ein trupulleika, fer landsstýrið at taka støðu til, hvørji átøk eiga at verða gjørd fyri at tryggja lív- og vistfrøðiliga burðardygga aling.

Í uppskotinum til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu verður lagt upp til frameftir árliga at játta tað, sum svarar til 1% av inntøkunum frá tøkugjaldinum til gransking. Hóskandi kundi ein partur av hesum peninginum verið nýttur til árinskanningar á umhvørvið og vistfrøðina á føroysku firðunum.

Sambært Havbúnaðarfelagnum hevur seiður í alinótum ikki verið ein trupulleiki, og tí hevur ikki verið neyðugt við stórum átøkum at fyribyrgja hesum. Kortini hava onkur av átøkunum, ið eru gjørd fyri at basa lúsini, eisini gagnligar avleiðingar í mun til seið í alinótum. Eitt nú royndirnar at ala í lokaðum eindum og við lúsaskjúrti.

Spurningur nr. 4
Víst verður til svar upp á spurning nr. 1 og 2. Tá vísindaligt tilfar ikki fyriliggur, ber ikki til at gera nakra greiða niðurstøðu um, í hvønn mun seiður í alinótum kann setast í samband við sveiggj í upsastovninum.

Hinvegin er metingin hjá Havbúnaðarfelagnum, at samlaða tøkan av seiði er undir 500.000 fiskar árliga. Hóast felagið við støði í eini meting ikki kann gera nakra endaliga niðurstøðu um ávirkanina á upsastovnin, so metir Havbúnaðarfelagið, at talan er um áleið 1,47% av samlaðu tilgondini. Hetta er við støði í almennum tølum frá Havstovuni, ið vísa, at miðal tilgongdin av 1 ára gomlum seiði er okkurt um 34.000.000 fiskar um árið.

Spurningur nr. 5
Talan er um málsøki, sum Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið varðar av, og tískil havi eg ikki kunnleika til ítøkiligu ætlanirnar á økinum. Fiskimálaráðið hevur upplýst, at ráðið vónar at kunna bera løgtinginum eitt lógaruppskot á heysti 2023.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 3. mai 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo