Um tú hevur eitt tiltak, sum tú vilt hava skal standa í ólavsøkuskránni, so er seinasta freist at boða frá nú mánadagin 2. juli.
Til ber at fáa tiltøk innan ítrótt, undirhald og mentan við í skránna. Skráin er vorðin so umfatandi seinastu árini, at hesaferð verða matarskráir, smærri sølubásar á gøtuni, upplatingartíðir hjá handlum o.l. ikki partar av ólavsøkuskránni.
Tiltøk, sum ætlanin er at hava kommunalum øki, vegum, parkeringsplássum, fríøkjum o.l. sum liggur uttan fyri dagliga virksemið í býnum, skulu hava loyvi frá kommununi og løgregluni.
Tískil skal søkjast um ólavsøkuloyvi frá kommununi við at nýta umsóknarblaðið nevnt „Ólavsøkuloyvi“ á sjálvavgreiðsluni á torshavn.fo. Verður umsóknini gingin á møti, verður tiltakið tikið við í skránna.
Seinasta freist at søkja um at fáa tiltøk við í skránna er mánadagin 2. juli.
Les annar meira HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo