Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mánadagin 8. mai 2017 skipar Farec International fyri seminari ”BREXIT – TAÐ VITA VIT”, á Panorama, Hotel Hafnia, kl.13-17.

Undir heitinum “BREXIT - TAÐ VITA VIT” verður lýst, hvussu BREXIT ávirkar veiðimøguleikar og marknaðaratgongd fyri føroyska fiski- og alivinnu. Hvat vita vit, og hvat meta vit.

Kann tað hugsast, at sínámillum fiskiveiðiavtalur millum londini í Norðuratlantshavi gerast søga?

Kemur BREXIT at verða ein fyrimunur ella vansi fyri Føroyar?

Kann hugsast, at valdsbýtið millum londini í Norðurlondum broytist. Koma Føroyar í eina lyklastøðu í fiskiveiðisamráðingunum komandi árini?

Stór óvissa er knýtt at Brexit, nú bretski forsætismálaráðharrin, Theresa May, hevur aktiverað grein 50 í Róm-sáttmálanum, men tað eru kortini nøkur viðurkskifti, vit kenna. Á seminainum verður greitt frá, hvussu brexit kemur at ávirka bretsku, evropeisku of føroysku støðuna. Støðan hjá Norra og Íslandi verður eisini tikin fram. Nýggju maktjavnvágirnar verða viðgjørdar.

Fimm serfrøðingar greiða frá veiðiavtalum, diplomatii, søgu, jura, áhugamálunum hjá framleiðarum og reiðarum í ES, og hvørja ávirkan bretska útlimanin hevur á føroyska fiski- og alivinnu.

Seminarið er ætlað teimum, ið starvast í fiski- og alivinnuni á landi og sjógvi, almennu fyrisitingini, politiska myndugleikanum, ráðgevarum og fakfeløgum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo