Tað stendur í botni í samráðingunum ímillum Reiðarafelagið og ávíkavist Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið.
Fríggjakvøldið legði Semingsstovnurin eitt uppskot fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið, sum varð havnað, og endaði tann semingsroyndin harvið.
Viðvíkjandi semingsroyndini millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið gjørdist greitt í samskiftinum, at partarnir stóðu sera langt frá hvørjum øðrum.
- Semingsstovnurin valdi tí ikki at leggja eitt uppskot fyri partarnar, sum man frammanundan visti, fór at verða vrakað, upplýsir Terji Sigurðsson, semingsmaður, fyri VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



