Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tað einasta sum er verri er alternativið
- Winston Churchill
Politikkur

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Í gjár undirritaðu Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Ling Ji, varahandilsmálaráðharri, semjuskjal í Beijing. Semjuskjalið er eitt týdningarmikið stig í eini longri tilgongd at menna handilssamstarvið millum Føroyar og Kina og leggur lunnar undir víðari arbeiðið at virka fyri einum fríhandilssáttmála. 

Semjuskjalið byggir á eitt áralangt arbeiði at menna handilslviðurskiftini landanna millum. Eitt týðandi stig varð tikið í fjør, tá heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk og fiskalýsi og -mjøl vórðu undirritaðar. Við nýggja semjuskjalinum verður hildið fram við hesum arbeiði, og partarnir eru samdir um at fara undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at fáa í lag fríhandil.

- Føroyska vinnan skal hava góðar fortreytir at virka á altjóða marknaðum. Tí er umráðandi, at vit støðugt kanna nýggjar møguleikar og arbeiða fyri betri marknaðaratgongd. Við semjuskjalinum styrkja vit grundarlagið undir handilssamstarvinum við Kina, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.

Áðrenn undirritanina hevði landsstýrismaðurin fund við Ling Ji, varahandilsmálaráðharra. Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt fund við Cai Wei, varauttanríkisráðharra. Á báðum fundunum fegnaðust partarnir um semjuskjalið og umrøddu týdningin av hesum fyri samstarvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #