Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Atlantic Workers Union hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála fyri tvey tey komandi árini.

Semjan er á sama støði, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í juni og var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2020-2022.

”Felagið hevur í samráðingunum havt virðing fyri tí støðu flogvinnan er í, og báðir partar hava verið semjusøkjandi”, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.

Eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um at komið er á mál í hesum samráðingunum, og at tað eydnaðist at røkka eini semju, sum báðir partar eru nøgdir við. “Ein orsøk til hetta er, at báðir partar høvdu eina felagsfatan av støðuni í flogvinnuni”, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo