Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag skrivað undir semju við YTF. Talan er um sama útreiðslukarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrundini, sum byrjaði við arbeiðarafeløgunum tann 1. mai 2020.
Sáttmálin er longdur við tveimum árum, og lønin hækkar tann 1. mai 2021 við 1,47%.
Tann 1. mai 2022 hækkar lønin fyrst við 0,49% roknað av lønini í mars 2021, og við støði í hesum hækkar lønin síðani við 1,25%.
Afturat hesum eru tillagingar gjørdar í sáttmálanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo