Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Børn og ung, sum føroyskir myndugleikar senda til Danmarkar

Spurningar:
1. Hvat eftirlit hava føroyskir myndugleikar við stovnum og skúlum, sum føroysk børn og ung verða send á í Danmark?

2. Hvussu langt er arbeiðið at dagføra barnaverndarlógina komið?

3. Hvussu langt er arbeiðið at gera eina landsætlan til barnaverndarmál komið?

4. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at vit taka ábyrgd og sjálvi taka okkum av hesum børnunum og ungu?

Viðmerkingar:
Á hvørjum ári vera føroysk børn og ung send til Danmarkar á stovn av føroyskum myndugleikum, tí vit ikki hava nøktandi tilboð til tey í Føroyum. Hetta eru børn, sum hava stórar og samansettar avbjóðingar.

Heldur enn at lofta teimum og hjálpa teimum í teirra heimliga umhvørvi, verða tey send til eitt fremmant land við einum fremmandum máli og fremmandari mentan. Langt burturi frá familju, næstringum og øllum tí, sum er kent.

Nú er komið fram í poddvarpsrøðini Kostskúlabørnini hjá Frihedsbrevet.fo, at børn, sum føroyskir myndugleikar hava sent av landinum, hava verið fyri stórum ágangi á skúlum, sum børnini eru send á. Talan er um grova happing, kynsliga misnýtslu, rúsevnamisnýtslu og annað ringt.

Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast. Og má sjálvandi steðgast, um hetta framvegis fer fram. Tað eru føroyskir myndugleikar, sum senda børnini av landinum, men spurningurin er, um føroyskir myndugleikar kunnu hava eftirlit við, at børnini hava tað gott og trívast, har tey eru. Og hvør hevur ábyrgdina.

Í samgonguskjalinum stendur, at ”Barnaverndarlógin skal dagførast, og arbeiðsviðurskiftini hjá fosturfamiljum skulu betrast. Ein landsætlan til barnaverndarmál skal gerast, og fyribyrgjandi arbeiði kring familjuna skal styrkjast. Styrkjast skal eisini um samstarvið við Barnaverndarstovuna, og barnabústovnar skulu byggjast.”

Tað er eftirhondini um at vera 50 ár síðani, at vit tóku ábyrgd av almannaøkinum, men framvegis verða børn og ung send av landinum, tí vit siga okkum ikki hava umstøður til at taka okkum av teimum. Við vón um, at vit sjálvi taka ábyrgd og taka okkum av okkara egnu borgarum, verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 8. januar 2024
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo