Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Serlækni í eldrasjúkum

Spurningur:
Hvørjar royndir eru gjørdar fyri at fáa sett serlækna í eldrasjúkum og nær kann roknast við, at slíkur verður settur í heilsuverkinum?

Viðmerkingar:
Vit hava sum kunnugt nógvar serlæknar í Føroyum. Her er talan um læknar, ið hava fingið serútbúgving og royndir innan ávís øki. Sum dømi kunnu nevnast serlækni í barnasjúkum, serlækni í kvinnusjúkum, serlækni í hjartasjúkum, serlækni í lungasjúkum, serlækni í giktasjúkum, serlækni í eygnasjúkum og serlækni í oyrna/nøs-og háls sjúkum. Soleiðis kundi eg hildið á. Um ein serlækna kann sigast, at hann er serfrøðingur burturav á sínum øki.

At vit hava nógvar ymiskar serlæknar í føroyska heilsuverkinum er gott og gagnligt fyri okkum, ið gera brúk av hesi tænastu – og í nógvum førum ger hetta tað, at kanningar og viðgerðir í stóran mun kunnu fremjast í Føroyum – ella um neyðugt, uttanlands, við ávísing av serlækna.

Men, tað er ein serlækni, sum, mær vitandi, ikki er at finna í føroyska heilsuverkinum – og tað er bæði spell og stórliga at undrast yvir.

Her hugsi eg um serlækna í geriatri – ella lækna, ið hevur serútbúgving at taka sær av sjúkum, sum raka eldri.

Ein serlækni í ”eldrasjúkum” er serkønur í at kanna, diagnostisera og viðgerða eldri menniskju. Bæði tá talan er um bráðfeingis sjúkur eins væl at útgreina og seta út í kortið endurvenjingarætlanir. Mangan hava eldri fólk ymiksar sjúkur samstundis at stríðast við. Ymiskar sjúkur, ið krevja ymiskan heilivág samstundis. Um geriataran kann sigast, at hansara føleiki er ikki avmarkaður til eina ávísa sjúku, men heldur ger hann sær eina heildarmeting av tí sjúka og hvat skal til, til tess at linna um støðuna ella lekja tann sjúka.

Tá hugsað verður um eldru borgarar okkara, sum búgva heima hjá sær sjálvum ella hjá avvarðandi og/ella á ellis-og røktarheimum og á sambýlum kring landið – og sum stríðast við sjúkur, sum raka á ellisárum, ja, so er at harmast um, at eingin serlækni í “eldrasjúkum” finst í føroyska heilsuverkinum.

Í samgonguskjalinum stendur, at “Fleiri serlæknar verða settir, herundir eisini ein serlækni í eldrasjúkum.”

Tað er í hesum sambandi, at fyrispurningurin verður settur.

Á Løgtingi, 7. oktober 2021
Tordur J. Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo