Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vinafelagið Føroyar – Ísrael: Dagur og tíð: Komandi leygardag 9/3, klokkan 15:00.

Í samband við at Vinafelagið Føroyar – Ísrael hevur aðalfund i vikuskiftinum, fær felagið vitjan av tveimum umboðum fyri Keren Hayesod, ið er ein hjálparfelagsskapur undir Ísraelsku stjórnini við høvuðsstøð í Jerusalem.

Gestatalarar

Talia Sapir: Hon er leiðari í Skandinavisku deildini hjá Keren Hayesod og arbeiðir út frá Jerusalem. Tað verður tulkað úr enskum til føroyskt.

Hon kemur at tosa um kritisku støðuna í Ísrael sum kom aftaná herviligu yvirgangsatsóknina 7. oktobur 2023. Hon kemur eisini við einari støðulýsing og avleiðingarnar av at burturflyta tey sum yvirlivdu og familjur teirra. Og ikki minst avleiðingarnar hjá gíslunum og familjum teirra.

Ole Konstantyner: Hann er verkætlanarleiðari á danska kontórinum hjá Keren Hayesod í tí jødiska samfelagnum í Keypmannahavn.

Hann kemur at tosa um Keren Hayesod Danmark og um kjarnuøkið og arbeiðið hjá tí donsku Ísrael innsavningini. Hetta við útgangstøði í tí ógvusligu økingini av antisemitismu, sum er íkomin av krígnum í Gaza. Jødahatur hevur økt nógv um tørvin hjá jødum at flyta (at gera Aliyah) til Israel.

Um Keren Hayesod
Keren Hayesod bleiv stovnað í London í 1920, og hesin felagsskapur skuldi stuðla við pengum og resursum við endamálinum at stovna eitt heimland til jødar. Stovnanin var 3 ár aftaná Balfour kunngerðina, har Stóra Bretland gav jødiska fólkinum eitt skrivligt lyfti um eitt heimland aftaná 1. veraldarbardaga.

Keren Hayesod hevur hesi 100 árini hjálpt hópin av jødum aftur til Ísraels. Felagsskapurin kann vísa á nógv góð úrslit tá jødar hava verði sameindir við og gjørdir partur av einum «blómandi» samfelagi, har teir fingu borgararættindi, bústað og upplæring í at byggja nýggja og virkna tilveru í Ísrael.

Í 2006 vóru kristnir føroyingar teir fyrstu “heidningarnir”, sum gjørdust stuðlar hjá Keren Hayesod undir slagorðunum “Hjálpið Jødunum Heim”. Tað var Dánial Poulsen sáli av Vatnsoyrum, sum fekk sambandið í lag.

Tá var tað serliga falasha jødar, sum blivu fluttir heim úr Etiopia. Fleiri kristnir stuðlar eru lagstir afturat síðan tá úr nógvum tjóðum. Tað verður mett at 600 til 700 milliónir kristnir Ísraels vinir eru kring allan heim. So Ísrael stendur ikki einsamalt, hóast teir ofta kenna tað so. Eisini í Føroyum er stórt tal av Ísraels vinum.

Tiltakið í Aulini í Finsen
Verð saman við okkum henda seinnapart til kveikandi framløgur, tónleik og góðan felagsskap.

  • Tiltakið verður í Aulini í Finsen leygardagin kl 15.00

  • Talia Sapir & Ole Konstantyner leggja fram | (verður tulkað)

  • Heini Lützen kemur at syngja fyri okkum

  • Kaffi og te verður at fáa og okkurt gott verður afturvið

Hjartaliga vælkomin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo