40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Uppgávan hjá Sernámi og bíðilistar

Spurningar:
1. Hvørjar uppgávur í sambandi við sernámsfrøðiliga ráðgeving hevur Sernám trupulleikar við at røkja, og hvat eru orsøkirnar til hesar trupulleikar?

2. Hvussu virkar samstarvið millum Sernám og t.d. psykiatriina, dagstovnar, skúlar og foreldur?

3. Hvussu langir eru bíðilistarnir fyri ymsu uppgávurnar og viðgerðirnar, sum Sernám varðar av?

4. Hvørjar ætlanir eru fyri framman til at tryggja, at allar uppgávur hjá Sernámi verða loystar á nøktandi hátt, og at samstarvið við aðrar myndugleikar o.o. virkar so væl sum møguligt?

Viðmerkingar:
Sernám veitir ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til dagstovnar og skúlar, og foreldur, sum varða av børnum og ungum.

Í Sernámi eru hesi fakøkini: ergo- og fysioterapi, sálarfrøði, sernámsfrøði, sersamskifti, sjón og tala. Harumframt er eisini lesiráðgeving til fólkaskúlan. Dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv millum hesi fakøkini í teirra samstarvi við stovnar, skúlar og foreldur.

Tað hoyrist alment millum fólk, at Sernám hevur stórar trupulleikar við at loysa og røkja sínar uppgávur í sambandi við sernámsfrøðiliga ráðgeving.

Spurningurin er um trupulleikarnir stinga djúpri og ikki einans skulu finnast á stovninum sjálvum.

Tey, sum standa sum taparar eru brúkararnir, sum ikki fáa ta hjálp og viðgerð, sum er neyðug, og sum tey hava rætt til. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 11. oktober 2021
Rósa Samuelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo