Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er altavgerandi, at eitt komandi fólkatingsumboð tekur støðuna hjá Føroyum, bæði í ríkisrættarligum og trygdarpolitiskum høpi, í djúpum álvara.

Eitt fólkatingsumboð betrar hvørki um vælferðina ella trygdina hjá vanliga føroyinginum, um aðalmálið er at mótarbeiða einum semjusøkjandi samstarvi millum ríkispartarnar og harvið misnýta sessin til frama fyri egnari loysingarideologi.

Landafrøðiliga staðsetingin av Føroyum er reint geopolitiskt sera serstøk og vit mugu ikki gloyma, at sum eitt lítið land, eru vit sárbar – óansæð hvussu loysingar- ella sambandssinnað vit eru.

Støðan í heiminum vísir nevniliga týdningin av tøttum samstarvi við onnur lond og felagsskapir. Okkara ríkisrættarliga støða hevur seinastu tíðina verið avgerandi fyri, at vit í dag ikki standa púra einsamøll í Norðuratlantshavi, samstundis við, at spenningurin alsamt veksur millum vestur og eystur.

Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur eru felagsmál. Verða sessirnir avtiknir kunnu vit missa innlit og kvetta tætta samstarvið um hesi mál við donsku stjórnina. Í einari spentari støðu, sum vit í dag standa í, er tað aldrin ein fyrimunur at vera minstur og avbyrgdur.

Stóðu vit í dag púra einsamøll, hevði staðsetingin av Føroyum einans gjørt okkum sárbar. Tó kunnu vit, í einum tøttum samstarvi við bæði Danmark og NATO um trygd og verju, gagnnýta okkara staðseting til at økja um okkara uttanríkispolitiska rásarúm.

Heldur enn misnýta sessin til frama fyri egnari loysingarideologi, skulu vit brúka sessin skynsamt til frama fyri almenna føroyingin ið ynskir vælferð og tryggleika.  

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo