Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavík.fo: Miðlamyndin broytist við stórari ferð, og mitt í meldrinum kemur spurningurin – hvat mál hava miðlarnir? Eru tað teir, sum skulu tryggja, at vit tosa føroyskt í Føroyum? Ella liggur ábyrgdin aðrastaðni? 

Orðaskiftið er hugsað sum ein gluggi, har vit eina løtu lyfta málkjakið, sum gongur fyri seg í mongum krókum, sjónligum sum ósæddum, upp til øll at skoða í senn. Tá ið vit seta tað niðuraftur, heldur kjakið sína leið – vónandi lívgað og lættari upp á sporið. Evnið í ár er, sum sagt, málið og miðlarnir. Kjakið gongur í tveir tímar. Við pallborðið sita sjey fólk, og vit taka fegin ímóti íkastum úr salinum! 

Tey sjey verða; Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Tróndur Vatnhamar, Uni Leitisstein, Trygvi Danielsen, Eirikur Lindenskov, Anna Joensen-Næs og Helena Kannuberg.

Vit hugsa millum annað at taka hesi evni upp:

1 Miðlarnir í dag; Hvørjir eru okkara høvuðsmiðlar? Eru broytingar hendar?
2 Nýggir miðlar, talaða málið og skriftmálið
3 Mikromentan og mikromál- Eru nakrir miðlar vandamiklir fyri lítla, føroyska málið? Kunnu vit hava føroyska mentan uttan føroyskt mál?
4 Ábyrgdin og átøkini -Hvør hevur ábyrgdina av, at føroyskt eisini er til um 100 ár?

Orðaskifti um móðurmálið er ein partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, sum verður í døgunum frá 23.-30. apríl. Í ár verður orðaskiftið í Løkshøll 24. apríl kl. 19.00-21.00. Katrin Petersen verður orðstýrari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo