Eg havi broytt meining um nógv. Men ikki um, at eg havi rætt
- Ashleigh Brilliant

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

*Samlaða talið av sethúsasølum í 1. ársfjórðingi er ikki høgt, og tí skulu hesi tølini takast við fyrivarni

*Samlaða talið av sethúsasølum í 1. ársfjórðingi er ikki høgt, og tí skulu hesi tølini takast við fyrivarni

*Samlaða talið av sethúsasølum í 1. ársfjórðingi er ikki høgt, og tí skulu hesi tølini takast við fyrivarni

Betri Banki: Miðal bústaðarprísirnir fyri 1. ársfjórðing 2023 broyttist minni enn 1% í Tórshavn, Eysturoynni og í miðal fyri alt landið, samanborið við miðalprísin í 4. ársfjórðingi 2022.

Í fyrsta ársfjórðingi í ár kostaðu eini miðal sethús í Tórshavn 3,7 mió., í Eysturoynni 2,1 mió. og í miðal fyri alt landið 2,4 mió. krónur.

Hinvegin síggja vit eitt fall í miðal sethúsaprísunum í 1. ársfjórðingi 2023 samanborið við alt 2022. Í Tórshavn er miðalprísurin fallin áleið 6 %, í Eysturoynni áleið 2% og í miðal fyri alt landið áleið 10%.

Miðal bústaðarbyrðan í Føroyum er óbroytt
Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir 7 ár skal brúka upp á at gjalda sítt bústaðarlán.

Í 2022 var bústaðarbyrðan í Tórshavn og í Eysturoynni ávikavíst 37 og 20%. Í Føroyum var hon í miðal 25%.

Higartil í ár er bústaðarbyrðan í Tórshavn og Eysturoynni ávikavíst 40 og 21%. Í Føroyum er hon framvegis 25%. Sostatt er bústaðarbyrðan í Tórshavn vorðin 3% stig tyngri og í Eysturoynni 1% stig tyngri.

Rentuhækkingarnar í fjør vórðu allar framdar í seinna hálvári. Av tí at vit nýta eina ársmiðalrentu at rokna bústaðarbyrðuna, síggjast rentuhækkingarnar bara partvíst aftur á bústaðarbyrðuni fyri 2022.

Um bústaðarbyrðan fyri 2022 varð roknað við rentuni við ársenda, hevði bústaðarbyrðan í Tórshavn, Eysturoynni og í Føroyum verið ávikavist 43, 22 og 27%. Tískil varð væntað, at bústaðarbyrðan fór at gerast enn tyngri í ár. Tó er bústaðarbyrðan higartil í ár ikki vorðin so tung, sum væntað. Tað kemst m.a. av, at sethúsaprísirnir higartil í ár eru eitt vet lægri enn í fjør, og at tøka inntøkan hjá føroyingum í summum kommunum er hækkað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo