Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Setiumboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Leigunevndin ikki avgreiddi mál klagarans um uppsøgn úr einum bústaðarleigumáli skjótast gjørligt. Málsviðgerðartíðin var 8 mánaðir. Vísandi til § 28 í leigulógini, sum áleggur Leigunevndini eina serliga skyldu til skjótast gjørligt at taka avgerð í málum, metti setiumboðsmaðurin, at tað var ein mangul í málsviðgerðini, at Leigunevndini ikki hevði ásett svarfreistir í samband við málsviðgerðina av málinum. Umboðsmaðurin helt ikki, at tað var nøktandi, at leigunevndin ikki hevði gjørt sær eina mannagongd sum tryggjaði, at málið varð avgreitt skjótast gjørligt. Setiumboðsmaðurin gav tí Leigunevndini eina átalu fyri hetta.

Ein borgari klagaði um langa avgreiðslutíð hjá Leigunevndini av kærumáli hansara um uppsøgn úr einum bústaðarleigumáli. Málsviðgerðartíðin var 8 mánaðir.

Setiumboðsmaðurin visti á, at sambært § 28 í leigulógini hevur Leigunevndin skyldu til skjótast gjørligt at taka avgerð í kærumálum. Hvat “ skjótast gjørligt” merkir velst um upplýsingarnar í málinum, og hvussu torgreitt málið er. Tað bar tí ikki generelt at siga, um 8 mánaðir var ov long viðgerðartíð í einum kærumáli, men má hetta metast út frá umstøðunum í einstaka málinum.

Í sambandi við gjøgnumgongd av málinum hevði setiumboðsmaðurin heft seg við, at ongin svarfreist var ásett í skrivunum frá Leigunevndini um partshoyring og innheintan av upplýsingum. Setiumboðsmaðurin vísti á, at freistir fyri at svara ella at lata upplýsingar kunnu skunda undir viðgerðina og virka fyri, at eitt kærumál verður framt skjótast gjørligt, og at tað tí er góð fyrisiting at nýta freistir til at fremja eina skjóta málsviðgerð.

Við atliti at kravinum í § 28, stk. 1 um skjóta avgerð helt setiumboðsmaðurin, at væntandi áseting av freistum var ein mangul í málsviðgerðini í hesum máli og orsøk til, at avgerðin ikki varð tikin skjótast gjørligt.

Setiumboðsmaðurin gav Leigunevndini eina átalu fyri ikki at hava avgreitt kærumálið skjótast gjørligt samsvarandi § 28, stk. 1 í leigulógini.

Eisini mælti setiumboðsmaðurin Leigunevndini til at antin at gera mannagongdir fyri málsviðgerðina av kærumálum m.a. við atliti at kravinum í § 28, stk. 1 um skjóta avgerð ella at heita á Umhvørvismálaráðið at fáa hesi viðurskifti ásett í virkis- og fundarskipanina fyri Leigunevndina. (LUM 23/19764)

Skrivið í navnleysum líki kann lesast her

UM TÚ IVAST: Ein setiumboðsmaður tekur sær av einum ávísum máli, tá ið umboðsmaðurin er ógegnigur. Sambært § 14 stk. 3 í umboðsmanslógini er tað Formansskapurin í Løgtinginum, sum tekur støðu til, um umboðsmaðurin er ógegnigur.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo