Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

20. desember skrivaðu Fróðskaparsetur Føroya og Bakkafrost undir sáttmála, sum leingir granskingarsamstarvið millum partarnar í fimm ár.

Samstarvið verður longt í fimm ár við 5,6 milliónum krónum til gransking og stovnsetan av Depli fyri havmyndlan, og miðað verður eftir at víðka samstarvið við øðrum luttakarum eisini

Endamálið er at økja kunnleikan um føroysku firðirnar og harvið styrkja møguleikan fyri at tryggja og framhaldandi menna føroysku alivinnuna. Samstarvið verður ein liður í at fáa til vega meiri vitan og metingar um, hvørja ávirkan aling kann hava á firðirnar, og hvørja ávirkan møguligar framtíðar veðurlagsbroytingar hava á fjarðaskipanir og aling í Føroyum. Stuðulin fer millum annað til at stovna nýggja Depilin fyri havmyndlan á Setrinum. Havmyndlan (ocean modelling) er avgerandi fyri gransking í bæði havfrøði og veðurlagsfrøði, og við avtaluni stuðlar Bakkafrost gransking á Setrinum við 5,6 milliónum krónum tey næstu fimm árini. Fróðskaparsetrið og Bakkafrost bera í fyrstu atløgu fíggingina hjá deplinum, men málið er, at virksemið skal vaksa út um hesar karmarnar við fígging frá øðrum stuðlum og granskingargrunnum.

Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, skrivaði undir samstarvsavtaluna saman við Regini Jacobsen, forstjóra hjá Bakkafrost.

Chick Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, sigur soleiðis:

- Vit á Fróðskaparsetrinum fegnast um, at vit nú leingja um væleydnaða samstarvið, sum verið hevur við Bakkafrost hesi seinastu trý árini. Við nýggju avtaluni kunnu vit stovna Depilin fyri havmyndlan og hava fígging til nøkur kjarnustarvsfólk tey næstu fimm árini. Vit fara til verka saman við samstarvsfeløgum til gagns fyri vinnulívið og við serligum atliti at burðardygd í føroyskari aling. Tað er okkara vón, at vit kunnu tryggja meira fígging frá øðrum samstarvsfeløgum til at menna nýggja Depilin fyri havmyndlan, men sum heild ætlar Fróðskaparsetur Føroya at fáa í lag tættari samstarv við onnur føroysk feløg bæði í almenna og privata geiranum fyri at stuðla tørvinum á gransking og útbúgving í Føroyum.

Regin Jacobsen, forstjóri hjá Bakkafrost sigur soleiðis:

- Longda samstarvsavtalan er partur av  okkara burðardygdsverkætlan,  Sunt Lív grunninum, sum miðar ímóti at skapa samlag við fyritøkur og felagsskapir, sum fáast við týðandi mál, ið hava jaliga ávirkan á tey staðbundnu samfeløg, sum vit virka í. Vit vóna, at hetta samstarvið fer at geva virðismikla vitan til vinnuna at tryggja fiskavælferð og lívfrøðiliga skynsaman rakstur við atliti til umhvørvið. Vit eru fegin um møguleikan at leingja samstarvið við Fróðskaparsetur Føroya um hesa verkætlan, har vit saman styrkja føroysku alivinnuna, og vit vóna, at hetta fer at hava jaliga langtíðarávirkan á vinnuna. 

Umframt at økja kunnleikan um, hvørja ávirkan aling hevur á umhvørvið, og hvørja ávirkan møguligar veðurlagsbroytingar hava á aling í Føroyum, eru fiskaheilsa, fiskavælferð og lívfrøðilig trygd eisini fevnd av granskingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo