Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Tá eg fyrstu ferð beyt í ein Big Mac visti eg, at hesar fór eg at eta nógvar av, tað sigur amerikumaðurin Donald Gorske, sum nú fleiri ferðir hevur sett sítt egna met í at eta Mc Donalds máltíðina sum ikki júst er kend fyri at vera sunn.

Tað skrivar Guinness World Records.

Pensjoneraði fangavørðurin hevur í hálva øld etið ikki færr enn 34.128 Big Mac burgarar, hann hevur goymt allar kvittanirnar og eisini allar eskjurnar, sum burgararnir vóru í tá hann keypti teir.

Ongin dagur er farin burtur ímillum hesi árini, og onkran dagin hevur hann etið heilar 9 burgarar.

Sjálvur heldur hann, at orsøkin til, at hann ikki er blivin feitur og kanska enntá er deyður av hesum átinum er, at hann ikki etur kips, hann etur ikki morgunmat og hann gongur 10 kilometrar hvønn dag.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo