![Sev 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/0/csm_Sev_01_fcf52507b8.jpg)
![Sev 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/0/csm_Sev_01_fcf52507b8.jpg)
Sambært Elveitingareftirlitinum, tá 2020 eisini er innroknað, hevur SEV (net) avroknað 6,2 mió. kr. ov nógv fyri seinastu fimm árini til P/F Vindfelagið í Húsahaga.
Hetta er peningur, sum vindfelagið sambært Elveitingareftilitinum skal afturrinda móðurfelagnum SEV (net).
Ósemja er í millum Elveitingareftirlitið á einari síðu, og P/F Vindfelagið í Húsahaga og SEV (net) á hinari síðuni um, hvussu avrokningin av elframleiðsluni skal uppgerast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo