Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ognarhagin í Kvívík: Leygardagin 22. oktober 2022 verður seyðasýning í Kvívík. Aftur í ár verður tiltakið í Seyðahúsinum hjá Ognarhaganum á Símunarbrekku.

Allir seyðirnir fáa eitt nummar, so sýnarar ikki vita hvør eigur hvønn seyð. Hetta fyri at hava eina so óhefta meting sum møguligt.

Byrja verður kl.10.00, har mát verða tikin av seyðunum. Sýnarar koma úr Vágum, eftir døgurða heldur sýningin fram.

Virðislønir vera latnar fyri:

· Hagi (1, 2 & 3)

· Seyður (1, 2 & 3)

· Veðrur 1

· Eldri veðrur 1

Aftaná døgurða verður borðreitt við ræstari súpan, kaffi/te og kaku til øll vitjandi.

Eftir seyðasýningna vera haru hagarnir seldir.

Vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan dag saman.

Tiltakið er alment og øll eru vælkomin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo