Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Skrivað av Fagner úr Vínlondum

 

Bygt á tær elstu skriftirnar og tað eldri søgukøn fólk sum, Kenneth Jürgen Hans av Krónuheimið (af Kronheim), Sára úr Belfourt (Sarah af Belfourt), Vladomar Pandomark av Kaiserhúsið (af Kaiserhuis) og onnur hava greitt frá og skrivað fyri nøkrum øldum síðani.

 

Formæli

Hetta er ein frásøgn sum mín eldri starvsfelagi Heikki av Kongshúsum hevur greitt mær ífrá. Hann doyði fyri sekstan árum síðani hundrað og sjey ára gamal. Henda frásøgn var ongantíð niðurskriva og tí vildi eg nú stundir vóru til tess, hetta gera. Heikki hoyrdi hesa søgu frá einari vísari gamlari kvinnu sum æt Klara von Saarlandbier, og hon aftur frá øðrum sum nú eru gloymd. Heilt aftur frá hesum gomlu tíðum, ja heilar tjúgu og tríggjar øldir aftur hevur søgan verði søgd, fyrst av Sarah af Belfourt, ella á okkara máli Sára úr Belfourt. Hon vitjaði fyri nógvum øldum síðani tey vísastu av teimum øllum og fekk har hoyrt ymsar søgur, millum annað hesa um Seyðoyggjarnar, sum eisini er tann einasta sum hevur yvirliva tíðarinnar tonn. Seyðoyggjarnar hvurvu fyri eini tjúgu øldum síðani tá eitt av teimum endaleysu kríggjunum gjørdi enda á teimum. Tað vóru teir sonevndu ruskararnir sum tveittu eini hálvthundra av sjálvstýrdum tonsum av atomrakettum yvir oyggjarnar.

Aftan á hesa frásøgn kemur eitt kvæði ella ein yrking sum er so gomul at eingin veit hvør ið hevur yrkt. Heitið er Heimssvar, og her meinast sikkurt við at heimurin svarar aftur. Hettar er um nakað av tí sama sum vit hoyra í endanum av frásøgnini um Seyðoyggjarnar, men um tað er ein samanhangur er ringt at siga.

Her kemur frásøgnin um Seyðoyggjarnar.

 

Les meira her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo