Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Um hálvgum tvey tíðina lendi Shu-bi-dua í Vágum. Innflúgvingin við flogfarinum hjá Atlantsflogi var av teimum heilt vøkru í dag, og tónleikararnir smíltust frá oyra til oyra, tá ið teir komu í land. 

– Hetta var ein fantastiska flott lending, og hetta leggur upp til eina góða konsert í kvøld, segði Jørgen Thorup, sangari í Shu-bi-dua.

Shu-bi-dua hevur í ár havt stórt 50 ára hald. Teir hava spælt umleið 50 konsertir kring Danmark, og undirtøkan hevur verið sera góð. Seinasta konsertin á ferðini verður í Havn í kvøld. 

– Vit hava verið sera væl móttiknir av føroyingum, tá ið vit hava vitjað ígjøgnum árini, og konsertin í kvøld er ein, sum vit veruliga hava glett okkum til. Føroyingar plaga at vera lívligir og tíma væl at syngja við, og soleiðis vænta vit eisini, at tað verður í kvøld. Vit eru í øllum førum til reiðar, segði Michael Hardinger, sum ein av stovnandi limunum av Shu-bi-dua.

Saman við Shu-bi-dua er eisini kendi sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling – hann frá Lægens bord – og hann fer at vera frásøgumaður hjá Shu-bi-dua í kvøld. Hann kundi eisini vátta, at tónleikararnir í Shu-bi-dua vóru væl fyri til í kvøld.

– Teir hava sjáldan verið so spentir og væl fyri til eina konsert, segði Peter Qvortrup. 

Stóra konsertin við Shu-bi-dua 2.0 verður í Høllini á Hálsi í kvøld kl. 22.00. Dynamit, Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe spæla eisini á konsertini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo